Meslingagridin í november 1935. Tá hevði ikki verið grind í 50 ár, tí var hendan grindin kærkomin. Seinni varð dansað í dansistovuni, og nógv fólk komu saman. Um hetta mundi gingu meslingarnir í Føroyum, og mong vórðu smittað. Hendan grindin varð tí kallað fyri Meslingagrindin.