AB2G2977-Edit
Gøtu Fornminnisfelag varð stovnað hin 16 desember 1969. Stovnandi fundur varð hildin í losjuni í Gøtu, og var fyrsta nevndin hjá felagnum henda:

Arnleyg Jacobsen, Brynhild Hansen, Jákup Hansen, Marsanna Vinther og Palli Thomsen.

Arnleyg varð formaður frá 1969 og líka til 1995, tá hon legði frá sær vegna sjúku. Frans Jacobsen varð valdur til formann eftir hana. Hann sat sum formaður til hann brádliga andaðist í 1999. Eftir hann var Óli Zachariassen valdur til formann, og hevur hann verið formaður síðani.

Endamálið hjá felagnum er at varveita fornminni og vekja áhuga hesum viðvíkjandi.

Fyrsta uppgávan sum felagið fór í gongd við var at bjarga Blásastovu, sum var um at detta niður, og kann sigast at tað var í tøkum tíma, at arbeiðið fór í gongd at gera hana í stand. Umvælingararbeiðið byrjaði í 1970, og var tað Sámal Petur á Viðareiði, íð stóð fyri timburarbeiðinum. Eisini var nógv sjálvboðin arbeiðsmegi løgd í hesa verkætlan.

Tá ið Margretha krúnprinsessa og Hendrik prinsur vitjaðu í Føroyum í 1971, varð ynskt av teimum, ið løgdu ferð teirra til rættis, at vitja Blásastovu. Enn var nógv eftir at gera við húsini, men við góðari hjálp frá bygdarfólki og øðrum, varð Blásastova so frægt liðug at takast kundi í móti kongaligu vitjanini. Fólk vóru komin við hópin av gomlum lutum, ið vóru latin Fornminnisfelagnum í varveitslu. Nøkur lótu hesar lutir, og onnur læntu lutirnar til hetta endamálið. Allir lutir eru týðiliga skrásettir, so tað er tilskilað, hvør ið eigur ella hvør, ið latið hevur.

Hoyggjhúsið, ið hoyrir til Blásastovu, varð umvælt í 1974/75 og her eru lutir, ið serliga vórðu nýttir úti, so sum í bø, haga og báti.

Blásastova er ogn hjá Gøtu kommunu, men Gøtu Fornminnisfelag hevur brúksrættin til Blásastovu og hoyggjhúsið at nýta sum forngripagoymsla.

Í 1973 keypti Gøtu Fornminnisfelag Glyvra-hanusarhús, ið skuldi brúkast til felagshús til fundir o.a. Umvælingararbeiðið fór fram í 1977 og 1978 og vórðu húsini tikin í brúk í november hetta árið.

Sigast kann at nógv er fingið av skafti síðani Gøtu Fornminnisfelag varð stovnað í 1969. Størstu tøkkina eiga Arnleyg og Tummas Jacobsen, ið løgdu alla orku í at fáa Fornminnisfelagið sett á stovn og bjarga teimum fornminnum, ið vóru eftir at bjarga. Uttan teirra avrik, hevði bygdin verið fátøk.

 

AB2G2824-Edit
Gøtu Fornminnissavn
Í 1995 varð avgjørt at søkja um at koma undir bygdasavnslógina. Til hetta kravdist, at nýtt felag varð stovnað, ið skuldi hava dagliga raksturin. Hetta hevði við sær at Gøtu Fornminnissavn varð stovnað tann 6. august 1995. Avgjørt varð at hava eina trýmannanevnd, har 2 vóru úr Gøtu Fornminnisfelag og ein úr Gøtu Kommunu. Teir, ið mannaðu fyrstu nevndina vórðu Frants Jacobsen og Óli Zachariassen umboðandi Gøtu Fornminnisfelag og Sørin Djurhuus umboðandi kommununa.

Á aðalfundi 23. mars árið eftir vóru lógir felagsins samtyktar og sendar Føroya Landsstýri til góðkenningar. Felagið fekk góðkenning 16. oktober 1996.

Virksemi hjá felagnum hevur serliga verið at vísa ferðafólki runt í Blásastovu, hoyggjhúsinum, ið hoyrir til Blásastovu,
Glyvrahanusarhúsi og kirkjuni. Nú gjørdist virksemi meira skipað við føstum upplatingartíðum

Tey fyrstu árini var tað serliga Frans Jacobsen, ið hevði hesa uppgávu at vísa fram, og fekk hann eisini hjálp frá
Brynhild Hansen.

Seinnu árini hava tað verið Árant Hansen, Anna Nesá og Kristfríð Tyril, ið hava tikið sær av hesi uppgávu.

Sigast má at mong ferðafólk hava vitjað savnið, og koma tey allastaðni frá. Haraftrat eru mong føroysk ferðalið eisini, so sum skúlaflokkar og pensionistafeløg.

Eisini hava verið forkunnagar vitjanir, so sum tá forseti Íslands Ólavur Ragnar Grimsson og konan Musayef vóru á almennari vitjan í Føroyum í 2001. Sí myndafrásøgn.

Sum áður nevnt vóru Margretha krúnprinsessa og Hendrik prinsur og vitjaðu í 1971, og hava tey eisini verið aftur síðani.
Tey seinastu árini hevur talið á vitjandi verið uml 1500, og merkja vit at áhugin gerst bara størri og størri. Eisini er hent, at vit nú hava vitjandi so at siga alt árið, t.v.s. at fleiri ferðafólk koma til Føroya um heystið og út móti vetri.

 

Glyvrahanusarhús verður eisini nýtt til ymiskt fundarvirksemi, og har eisini ber til at fáa okkurt til matna. Skal borðreiðast, so er pláss fyri í mesta lagi 25 fólkum.

Seinasta summar varð vinabýarsamstarv millum Vestmannaoyggjar og Gøtu undirskrivað í Blásastovu. Aftaná var døgurði fyri bý- og bygdaráðini bæði í Glyvrahanusarhúsi, har m.a. Eivør Pállsdóttir undirhelt. Hetta tiltak eydnaðist sera væl.

Ymsar fyritøkur og stovnar nýta eisini Glyvrahanusarhús til jólaborðhald. Tað hevur eisini verið eitt afturvendandi tiltak at nakrar kvinnur hava skipað fyri jólasølu Glyvrahanusarhúsið, og hevur hetta tiltak eydnast væl.

Í ár varð so avgjørt at gera eina heimasíðu, ið vit vóna fer at verða væl móttikin. Ætlanin er at hon skal lýsa virksemi felagsins. Somuleiðis er ætlanin at savna so nógvar gamlar myndir saman sum gjørligt, so hesar kunnu verða sýndar fram á einum stað. Soleiðis kunnu vit øll fáa gleði av teimum.

Tí verður heitt á øll, ið eiga eina áhugaverda gamla mynd um at lata felagnum eitt eintak. Hetta kann gerast við at vit venda sær til ein av nevndarlimunum. Myndin verður so latin aftur skjótast til ber. Um tú eigur eina mynd, ið longu er skannað, ert tú vælkomin at senda hana til e-mail: eli.eiriksson@gmail.com