§ 1
Navn felagsins er Gøtu Fornminnisfelag.
§2
Endamál felagsins er at verðveita fornminni og fornlutir og at vekja ans fyri hesum máli.
§ 3
Øll, ið fylt hava 14 ár, og sum eru hugað at fremja endamál felagsins, kunnu gerast limir. Limirnir eiga at royna at útvega felagnum fornlutir.
§ 4
Allir limir hava sama atkvøðurætt.
§5
Felagið verður stjórnað av 5 mannanevnd, ið verður vald á ársaðalfundi fyri 2 ár í senn. Tó fara 2 stjórnarlimir frá í 1971 við lutakasti.
Afturval er loyvt.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at nevndin er vald. Nevndin kann velja kassameistara, sum ikki er nevndarlimur. Formaðurin skipar fyri felagsins arbeiði.
§ 6
Nevndarfundur er viðtøkuførur, tá minst 3 av nevndarlimunum eru á fundi. Nevndin kallar saman til aðalfund, og formaðurin kallar saman til nevndarfund, tá hann heldur tað vera neyðugt.
2 nevndarlimir hava rætt til skrivliga at krevja nevndarfund. Formaðurin syrgir fyri , at fundarsamtyktirnar verða skrivaðar í gerðabókina.
Formaðurin stjórnar øllum fundum.
§ 7
Kassameistarin hevur ábyrgdina av roknskapartilfari felagsins, og formaðurin hevur ábyrgdina av øllum øðrum skjølum og bókum felagsins. Útreiðslur eiga ikki at verða goldnar uttan eftir ávísing av formanninum ella honum, sum er í hansara stað.
§ 8
Tann grannskoðaði roknskapurin verður lagdur fyri á nevndarfundi til kanningar og góðkenningar áðrenn aðalfundin.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
§ 9
Aðalfundur er hægsti mynduleiki felagsins.
Nevndin kann boða til eykaaðalfund, tá hon heldur tað vera neyðugt, og skal boða til eykaaðalfund, um 1/5 av limunum krevja tað.
§ 10
Ársaðalfundur felagsins verður hildin í mars mánaði og skal verða lýstur 10 dagar frammanundan við hesi skrá:
- Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári.
- Limalistin verður framlagdur.
- Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur til góðkenningar.
- Ásetan av limagjaldi.
- Mál tilviðgerðar.
- Val av nevnd, 2 tiltaksnevndarlimum og 2 grannskoðarum.
- Ymiskt.
§ 11
Lóg felagsins kann broytast á ársaðalfundi, tá minst 3/4 av møttum limum atkvøða fyri broyting.
Uppskot um lógarbroyting skal verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14. februar.
Lógarbroyting skal verða lýst í aðalfundarskránni.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi felagsins 18. apríl 1970.